Jákup í fokus

Skotsku miðlarnir góvu føroyska málverjanum nógvan ans undan dystinum leygardagin

leikaraprát

Glasgow: Undan dystinum leygardagin var Jákup Mikkelsen uttan iva maðurin, sum mest varð gjørt burturúr. Fleiri rásir høvdu drúgvar samrøður við føroyska málverjan, sum spælir í Skotlandi, og eitt nú hevði SkySport prát við málverjan sum upptakt til dystin.
Men tað var ikki bara sjónvarpið, sum hevði givið hesum ans. Eisini undir nógvu teimum seinastu venjingunum hevur Jákup hoyrt nógv frá liðfeløgunum, men sjálvur tóktist hann ikki leggja so nógv í hetta.
- Eg fekk mest sum alt fyri eitt at vita, at nú mátti eg royna at hjálpa Skotlandi eitt sindur, men tað varð sjálvandi sagt í skemti.
- Men annars er eitt heilt annað fokus á fótbólti her. Eitt nú nýtti eg ein heilan dag til BBC Prime og SkySport, og tað er bara stuttligt. Tað skapar jú eisini umtalu fyri Føroyar.
Men nú tú bert hevur sáttmála í eitt ár. Er hetta so ikki nakað, sum tú eisini kann brúka til at marknaðarføra teg sjálvan við?
- Soleiðis havi eg slettis ikki hugsað. Eg havi sum so bara roynt at verið blíður, og hevur tað ikki ligið alt for tvørt fyri, so havi eg játtað at verið við í innsløgum. Mítt avrik verður kortini mett eftir tí, sum eg geri á vøllinum.