Jákup fer av Fiskivinnuskúlanum

Jákup Andreasen fer nú úr starvi sum stjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Jákup Andreasen hevur verið stjóri, øll árini síðani Fiskivinnuskúlin var settur á stovn í 1989.

Fiskivinnuskúlin byrjaði í einum sethúsum í bygdini, men flutti fyri fýra árum síðani í nýggj og stásilig høli.

Innihaldsliga hevur skúlin eisini flutt seg nógv, metir Jákup Andreasen. Fiskivinnuskúlin er partur av nýggju breytaskipanini fyri alt miðnám, og kemur eftir summarfrítíðina at bjóða eina tilfeingisbreyt.

- Hesi meira enn 24 árini hava verið ein spennandi tíð fyri skúlan og meg persónliga, sigur Jákup Andreasen, sum í fyrstu atløgu hevur fingið farloyvi í eitt ár.

Eftir summarfrítíðina tekur hann við sum skúlastjóri á skúlanum hjá Dugna við Áir.

Hoyr samrøðu við Jákup Andreasen her: