Noreg
Í Noreg var friður í tippeliguni hetta vikuskiftið, men tað merkti so ikki, at Jákup Mikkelsen hevði frí.
Saman við hinum eykamonnunum hjá Molde var hann fríggjakvøldið í dysti í norsku 2. deildini, har teir á heimavølli hittu Strindberg.
Her gjørdist úrslitið javnleikur, 1-1, og tað man nú ikki vera so heilt galið hjá Molde, eftir at Strindheim seint í dystinum hevði lagt seg á odda.
Molde javnaði 10 minuttir fyri leiklok við máli, sum Andre Schei Lindbæk skoraði.
Komandi vikuskiftið verða aftur dystir í norsku tippeliguni, og er tað tá fjórð seinasta umfarið er á skránni.
Tá spælir Molde á útivølli móti Válerenga, sum er á sjeynda plássinum. Oddaliðið, Rosenborg hevur útidyst móti Bodø/Glimt, og Lyn, sum er á øðrum plássi spælir úti ímóti Sogndal.