Jákup Mikkelsen, málmaður hjá ÍF, varð álopin, tá ið liðið var ein túr í býnum í Reykjavík leygarkvøldið Í seinastu viku varð ÍF á venjingarlegu í Íslandi, og tá ið leygarkvøldið kom, gav venjarin, Abraham Løkin, spælarunum loyvi til at fara ein túr í býin.
Út á náttina komu spælararnir so við og við aftur á hotellið, men verri gekst hjá Jákupi Mikkelsen. Hann fylgdist við nøkrum øðrum spælarum, og kannpliga kom ein bólkur av ungum monnum og lupu á Jákup Mikkelsen. Hann varð bæði sligin og sparkaður.
Abraham Løkin var ikki sjálvur við í býnum.
Hann hevur fingið at vita, at tað var av tilvild, at júst Jákup Mikkelsen varð álopin.
Hann fór á sjúkrahúsið, men einki var brotin. Jákup Mikkelsen fekk blátt eyga og er annars eitt sindur bláum aðrastaðni í andlitinum.
Skaðin var ikki verri enn so, at skaddi málmaðurin vandi aftur sunnudagin við ÍF.
- Sjálvandi vóru vit allir skelkaðir. Eg fekk at vita frá politinum, at fleiri slíkir tilburðir hava verið í seinasuni í Reykjavík. Hatta er slíkt sum tíverri eisini kann henda í Føroyum, sigur Abraham Løkin.