Jákup farin um 60

B36 miðvallarin Jákup á Borg er fimti føroyski landsliðsspælarin í fótbólti, sum hevur rokkið 60 landsdystum

Fótbóltur

Í gjárkvøldið spældi Jákup á Borg á landsliðnum fyri 60. ferð. Hann er fimti føroyski spælarin, sum hevur umboðað føðilandið í fótbóltslandsdysti so mikið ofta.
Óli Johannesen eigur dystarmetið, sum er 82. Jákup Mikkelsen hevur spælt 67 landsdystir, og Julian S. Johnsson hevur spælt 62 ferðir fyri Føroyar.
Tað er møguleiki fyri, at ein og kanska tveir spælarar í 2010 fara at røkka 60 landsdystum. Fróði Benjaminsen spældi í gjárkvøldið fyri 56. ferð á landsliðnum, og Rógvi Jacobsen var á landsliðnum fyri 53. ferð.

Í nýggjum leikluti
Tá ið tað varð farið undir hetta landsliðsárið, hevði Jákup á Borg umboðað Føroyar 57 ferðir. At tað ikki var fyrrenn nú, at Jákup rakk upp á 60 kemst av, at hann fyrr í ár var skaðaplágaður, og av at hann onkra ferðina var á beinkinum alla tíðina, tí Bogi Løkin røkti ódnina í høgru, sum Jákup oftast hevur verið í.
Eitt skifti var tað mangt, sum bendi á, at Jákup á Borg hevði mist lyklaleiklutin, sum hann leingi hevur havt, men hesar seinastu mánaðirnar hevur hann sum fuglurin Fønix reist seg. Jákup var við í 2-1 heimasigrinum á Letlandi. Tá spældi hann framúr væl í meiri sentralum miðvallar leikluti, og í gjárkvøldið var hann aftur á sentrala miðvøllinum.
Jákup var fyrstu ferð á landsliðnum í 1998. Mikudagin 19. august fyri gott og væl ellivu árum síðani taptu Føroyar 1-0 í Saraevo ímóti Bosnia. Tá ið tað restðu tólv minuttir, varð Jákup á Borg settur á vøllin í staðin fyri Una Arge.
Jákup á Borg hevur skorað tvey mál fyri Føroyar. Myndin av Jákupi á Borg á landsliðnum, sum hjá teimum flestu ivaleyst man standast klárast, er tann frá 6. september 1992, tá ið úrslitið var 2-2 ímóti Skotlandi á heimavølli. Tíðliga í 1. hálvleiki legði Jákup meistarlig innlegg úr høgru – úr norðaru síðu á Svangaskarði – og John Petersen skoraði bæði til 1-0 og 2-0.