Jákup fær møguleikan í dag

Landsliðsleikarin Jákup á Borg fær í dag høvi at vísa venjara sínum, hvørjar dygdir hann hevur

Liðið hjá Jákup í Borg, OB, spælir í dag dyst móti svenska liðnum Djurgården í einum dysti í sambandi við eina lítla kapping í Århus. Venjarin hjá OB, Troels Bech, sigur við útvarpssendingina OB on Air, at Jákup fær møguleikan í dystinum í Århus. Venjarin sigur eisini, at tað er umráðandi at fáa Jákup við til dyst beinan vegin, so at hann finnur seg til rættis saman við nýggju liðfeløgunum.