Jákup í Essinum

Politiski parturin av “Meðan vit liggja við Kaj” var snøgt sagt fantastiskur. So fantastiskur, at fólk til høgru og vinstru hildu sær fyri búkin og táraðu av berum látri. Stórskemtarin megnaði avgjørt, at fanga tær politisku kempurnar av okkara tíð

Skemt

Barbara Holm

barbara@sosialurin.fo


Um vikuskiftið varð nýggjasta skotið í føroyska skemtheimin latið av. Talan er um “stand-up” showið hjá Jákupi Veyhe við heitinum “Meðan vit liggja við Kaj”.

Vit kenna hann øll sum ein av fólkakærastu skemtarunum og tónleikarunum í nýggjari tíð, og við sendirøðum sum Pipar&Salt í viðførinum, vóru vónirnar góðar til “Meðan vit liggja við Kaj”. Men hetta nýggja “stand-up” showið var ikki bert tað fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Tað er eisini fyrstu ferð, at vit uppliva Jákup Veyhe einsamallan á palli. Og spurningurin var tí, um stórskemtarin fór at megna at bera showið einsamallur, uttan makkaran Sjúrð Skaale.


Tárini trillaðu

Tilsipingin til Løgmann í heitinum ber brá av, at samfelagslig og politisk aktuell mál fóru at merkja showið. Og soleiðis bleiv eisini. Uttanríkisráðið fekk sín umgang, saman við fleiri av frontfigurunum í føroyskum politikki, og eykanummarið setti feminismuna skák í mát við einum sangi frá einum heldur hyldligum reyðsokki. Undir nærum allari framførsluni sat tann evnaríki Kim Hansen við tangentarnar, og neyvan finst nakar klaverleikari í Føroyum betri enn tann sami.

Tann politiski og samfelagsligi parturin var snøgt sagt fantastiskur. Tá ið Kaj Leo Johannesen, Jørgen Niclasen, Jóannes Eidesgaard, Johan Dahl og Jógvan á Lakjuni sótu í fundarhølinum í Tinganesi og royndu at gerast samdir – bara um okkurt – vísti Jákup veruliga sínar dygdir sum stórskemtari. Kaj Leo, sum tann hálv býtti leiðarin, sum bara vildi, at øll skuldu verða samd. Jóannes Eidesgaard, sum ikki orkaði at kjakast við smádreingin Kaj Leo, men bara sat og puffaði við sínari suðuroyar dialekt. Johan Dahl, sum mutlaði so nógv, at eingin veruliga skilti, hvat hann segði. Jørgen Niclasen, sum bara vildi út at ferðast til mikro lítil lond, og Jógvan á Lakjuni, sum vavdi nábúgvar og nábúgvar hjá nábúgvum inn í málið, tá ið hann skuldi greiða frá, hví hann helt at stavraðið skuldi broytast til eisini at umfata (se)X.

Meðan eg panisk royndi at turka mascaruna av kjálkunum, hugdi eg til vinstru og høgru, og sá nærum allir áhoyrararnar tára av látri og halda sær fyri búkin, meðan politikararnir royndu at semjast um at verða samdir.


Hava ráð at ferðast

Ein onnur framførsla, sum nærum tók lívið av áskoðarunum, var tá ið ein heldur kventasligur maður, ið stríputum Bjørn Borg boksershortsum, strammari t-shirt og sprøklutum turriklæði, greiddi frá, hvussu vinmaður hansara, Símin, hevði fingið starv sum leiðari á Uttanríkisráðnum.

Símun hevði starvast í Keypmannahavn á einari ferðaskrivstovu, har hann hevði specialisera seg í ferðum til mikro lítil lond, ið serstakliga vóru ætlað pensionistum. Og tað vóru ikki sørt løgnar umstøður sum gjørdu, at hann fekk starv í Uttanríkisráðnum, sum forrestin eitur so “Tí tey hava so góð ráð at ferast”.


Reyðsokkarnir fingu sítt

Jákup og Kim fóru av pallinum, men tann káta áskoðarafjøldin fekk skjótt togað menninar innaftur á pallin við einum eykanummarið. Og tað var eingin annar, enn ein ímynd av einum heldur hyldligum reyðsokki, sum kom aftur á pallin við Kim. Meðan hon skemtiliga vísti á, hvussu strævið tað til tíðir var at verða eitt sexobjekt, og nærum vaskaði sær munnin við akvavit, hvørja ferð hon nevndi orðið “menn”, sótu áskoðararnir nærmast og vendu og hoppaðu í stólunum av berum látri. Hon endaði framførslu sína við einum sangi, har hon vísti á, hvussu menn bara taka alt fyri givið, meðan kvinnur noyðast at hugsa um at smyrja matpakka, og um børnunum ikki dáma livurpostei, men hon bara hevði livurpostei inni, so noyddist hon oman at keypa eitt pitsastykki, men tað var ikki loyvt at hava í barnagarðinum, og so má gerast eitt undantak o.s.fr. Meðan menn, teir bara siti á tingi og spæla sær.


Óorginalar løtur

Eins og vanligt er, vóru eisini minni góðar innsløg. Skal eg peika á nakað minni gott, so var tað, tá ið Jákup lat seg í ymsar búnar, fyri at framhevja teir ymsu persónarnir. Hóast hetta eisini var stuttligt í so máta, so minti tað ógvuliga nógv um Pipar&Salt ella E Elski Førjar, og tískil tóktist tað heldur óorginalt.


Stand-up komið fyri at verða

“Meðan vit liggja við Kaj” er eitt sokallað “stand-up” show, har ein einsamallur skematari trínur á pall, og setur ein øðrvísi vinkul á dagsaktuell mál.

Hóast vit hava nógvar góðar skemtarar, so er hetta fyrsta showið av sínum slag í landinum. Hetta uttan iva tí, at áskoðarafjøldin ikki kann gerast stór í okkara samfelag, og tískil eru tað neyvan nógv onnur enn víðagitni Jákup Veyhe, ið kunnu fylla Norðurlandahúsið til eitt sokallað “stand-up” show.

Eisini kann staðfestast, at í einum so lítlum samfelagið sum Føroyar, er tað neyvan eins lætt og í stórum samfeløgum at stilla seg fram, og prika til einstakir persónar, politikarar ella ikki. Sannlíkindini fyri, at viðkomandi antin er til staðar ella frættir um sín leiklut í shownum, eru ógvuliga stór á okkara klettum, og tískil eru tað neyvan nógv, ið hava dirvi til at stilla seg fram á tílíkan hátt.

Hetta nýggja slag av skemtiframførslum er avgjørt eitt jaligt ískoyti til undirhaldsvinnuna í Føroyum, og við tveimum útseldum framførslum í Norðurlandahúsinum og einari eykaframførslu, kunnu vit bara vóna, at Jákup og kanska onnur við honum, gera “stand-up” til ein fastan tátt í undirhaldsútboðnum í Føroyum.