Jákup á Borg noyddist skaddur av vøllinum, tá B36 um vikuskiftið vann 5-4 á EB/Streymi. Eftir dystin óttaðist spælarin, at hann nú noyddist at geva avboð til landsdystin móti Eysturríki, men so galið verður tað neyvan. – Eg var hjá Klæminti Isaksen, fysioteraputi, í gjár, og talan tykist ikki vera um veruligan vøddaskaða. Har er okkurt, sum argar eitt sindur, og eg venji ikki mikudagin, men hósdagin verið eg nokk partur av venjingini, og eg rokni við at vera tøkur leygardagin, sigur Jákup á Borg við portalin.