Jákup er stoltur av sínum spælarum

(FM1) Høvuðsvenjarin hjá B36 iðrar seg um uppdekkingina við 2-0 málið, men er annars nøgdur við leikliga avrikið

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, ið sá sínar spælarar tapa 0-2 ímóti Besiktas í Europa League undankappingardysti á ovara vølli í Gundadali fyrr í kvøld.

 

- Eg eri stoltur av mínum spælarum, slær Jákup á Borg fast.

 

Jákup á Borg iðrar seg um uppdekkingina við 2-0 málið hjá Besiktas, men hann heldur, at yvir 90 minuttir var talan um eitt framúr gott leikligt avrik hjá B36.

 

Jákup á Borg slær fast, at B36 fer ikki til Istanbul at halda feriu. Talan verður um somu professionellu fyrireiking sum til dystin í Titograd. Møguleikin hjá B36 at koma víðari er ikki tann størsti, men B36 fer eftir tí lítla møguleikanum sum er.

 

- Vit fara ikki niður til Istanbul at siga, at vit ikki trúgva uppá tað, sigur Jákup á Borg. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum, og at hoyra samanumtøkuna hjá Tróndi Arge og André Olsen.

HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við Meinhard E. Olsen hjá B36.

HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við liðskiparan hjá B36, Odmar Færø. 

HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við Benjamin Heinesen hjá B36.

HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við formannin í B36, Rúna Herup Olsen.