Tað er rættuliga ivasamt, um Jákup Mikkelsen, KÍ málverjin, verður førur fyri at vera við, tá ið Føroyar og Malta mikudagin í næstu viku skulu spæla vinardyst á Svangaskarði.
Jákup Mikkelsen varð skaddur, tá ið tað restaði ein lítil løta av uppgerðini ímóti B36. Jákup tykist hava fingið ein vøddaskaða í baklærinum. Í gjár var hann hjá fysioterapeuti, men tá var ikki greitt, hvussu stórur skaðin er, og harvið hvussu long tíðin verður, áðrenn Jákup verður førur fyri at spæla aftur.
Í Klaksvík kvíga tey fyri, at málverjin ikki verður førur fyri at spæla, tá ið KÍ sunnudagin skal á Mølina á Eiði.
Í landsliðshøpi verður eingin avgerð tikin um annan málverja, fyrrenn tað er greitt, um Jákup ikki verður førur fyri at spæla, og hann hevur givið avboð.
Næstu málverjarnir í røðini eru ivaleyst Bárður Johannesen í HB og Bjarni Johansen í VB. Tá ið Bárður leingi hevur verið skaddur, og tá ið Bjarni hevur staðið framúr væl síðstu vikurnar, kann tað kanska roknast við, at VB málverjin er eitt sindur betri fyri. Julian Johnsson og ÍA skulu mikukvøldið spæla í UEFA Cup í Svøríki. Tí verður í Íslandi roknað við, at landskappingardysturin hjá teimum í vikuskiftinum fer at verða útsettur. Ein møguleiki, sum hevur verið nevndur, er, at dysturin verður fluttur til mánakvøldið í næstu viku. Um tað verður soleiðis, so verður tað torført hjá Juliani at vera í Føroyum fyrrenn seint týskvøldið, og tað verður ikki optimalt fyri fyrireikingarnar til landsdystin.