Jákup er ovurfegin

Fyrsti dysturin hjá Molde, eftir at teir hava keypt Jákup Mikkelsen, verður annan sunnudag á heimavølli ímóti Rosenborg

 

Mikukvøldið var tað greitt. Norska tippuligafelagið Molde og Jákup Mikkelsen eru samd um treytirnar fyri, at føroyski landsliðsmálverjin skal verja málið hjá Molde. Í fyrsta umfari gongur sáttmálin fram til 1. desember. Norska kappingarárið endar fyrst í november.

Felagið sigur seg hava havt ringar royndir av, at fremmandir spælarar ikki hava trivist í Molde. Um tað gongst væl, og partarnir báðir verða nøgdir við hesar fyrstu mánaðirnar, so er lagt upp til, at samstarvið skal halda fram. Einki er likið út um peningaliga partin í sáttmálanum, men vit skilja á Jákupi, at hann er nøgdur við avtaluna.

? Eg kenni hetta sum ein stóran lætta. Tað hevur verið nógv skrivað og tosað um, hvar eg skal spæla í framtíðini, og eg havi sjálvur verið so nógv upptikin av hesum, at tað als ikki hevur verið møguleiki fyri at hugsa um fótbóltsspælið og um at venja, sigur Jákup Mikkelsen, sum sunnudagin ella mánadagin fer aftur til Noregs.

Og longu annan sunnudag, tá tað eftir stutta summarsteðgin verður farið undir aftur norsku landskappingina, verður avbjóðingin hjá Jákupi so stór, sum tað ber til í Noregi. Tá skal Molde spæla á heimavølli ímóti sjálvum Rosenborg. Felagið í Tróndheimi hevur seinastu nógvu árini átt besta fótbóltsliðið í Norðurlondum.

Ert tú nóg væl fyri at spæla á so høgum støði?

? Eg havi ikki vant síðani síðst í juni, burtursæð frá at eg havi runnið sjálvur. Nú fari eg at venja við onkrum felag her á leið. Tað er Jacob Friis Hansen, sum hevur verið millummaður, og hann skal syrgja fyri, at eg fái vant hesar dagarnar, áðrenn eg fari til Molde aftur, sigur Jákup Mikkelsen, sum í fyrsta umfari fer einsamallur til Molde, har hann skal kappast við tveir minni royndar spælarar um plássið millum stólparnar.


jh