Jákup Mikkelsen man vera tann føroyski fótbóltsspælarin, sum hevur flestu royndirnar í fremstu røð. Eftir at hann í 1994 flutti úr KÍ hevur hann spælt í fremstu røð í trimum ymiskum londum ? í Danmark, Noregi og nú í Skotlandi, har hann leygardagin fyri aðru ferð vardi málið hjá Partick Thistle, sum framvegis eigur fyrsta sigurin í nýggja kappingarárinum til góða.
Hesa ferð tapti Partick Thistle 2?1 á útivølli ímóti Kilmarnock, eftir at Jákup og teir eina løtu høvdu verið á odda.
? Tað er altíð týdningarmikið í fótbólti at vinna. Men krøvini og avleiðingarnar í Skotlandi kennast nógvar ferðir størri, enn tey hava gjørt aðra staðni, har eg havi verið, staðfestir Jákup Mikkelsen, sum sunnudagin var ein svipp í Klaksvík og heilsaði upp á familjuna, áðrenn hann í gjár fór undir fyrireikingarnar til landsdystin ímóti Íslandi.
Í skotsku fjølmiðlunum segði Partick Thistle venjarin undan vikuskiftinum, at tað var alneyðugt hjá Jákupi at vísa seg frá allar bestu síðuni, um hann skuldi varðveita sessin millum stólparnar, eftir at hin málverjin nú er komin fyri seg aftur.
? Enn havi eg ikki havt serliga nógv at gera. Í 1. hálvleiki fekk eg møguleika eina ferð at bjarga. Vit vóru á odda, men teir fingu tvey mál, men eg haldi ikki, at tað bar til hjá mær at gera nakað við tær báðar royndirnar. Í fyrra førinum var talan um fluktara frá brotsteigarmarkinum, eftir at bólturin, sum var á veg av vøllinum, varð stútaður út frá aftur av einum av okkara. Í seinna førinum var talan um frísparksinnlegg, sum varð beint ov stutt burtur. Skotið var dygst úti við stólpan. Eg tveitti meg rætta vegin og fekk fingrarnar á bóltin, men tíverri fór hann í málið, greiðir Jákup Mikkelsen frá.
Undirmannaðir
At málini komu eftir verjukiks kom stak illa við hjá Jákupi og liðfeløgunum í Partick Thistle. Longu í 18. minutti sá David Lilley reytt fyri óneyðugt ógvusligt fríspark um miðstrikuna. Harvið var talan um manningarliga yvirvág til heimaliðið síðstu fimm korterini.
At tað var Martin Haardie, sum skoraði útjavnandi málið tíðliga í 2. hálvleiki, kendist meint í Partick Thistle leguni. Undan summarsteðginum flutti hann úr Glasgow felagnum, har hann hevur verið sera nógv avhildin í tey fýra árini, hann var í Partick.
Leygardagin fer tað ivaleyst at vera nóg mikið at takast við hjá Jákupi Mikkelsen. Tá fer Partick Thistle at fáa vitjan av øðrum av stóru feløgunum í Glasgow. Celtic Glasgow kemur á vitjan, og so er bara at vóna, at landsliðsferðin til Føroya og harvið fráveran frá venjing fram til og við hósdegnum ikki fer at kosta Jákupi plássið millum stólparnar.










