Noreg
Meðan liðfelagarnir á landsliðnum eru á Kypros, har tveir landsdystir eru á skránni, stríðist landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, fyri at varðveita plássið millum stólparnar hjá Molde í norsku tippuliguni. Og stríðið er eirindarleyst.
Higartil hevur Molde spælt fýra venjingardystir. Jákup Mikkelsen hevur verið málverji í tveimum, og Eddie Gustafsson, svenski málverjin, sum Molde keypti síðsta heyst, hevur verið málverji í tveimum dystum.
Svenskarin vardi málið í fyrsta venjingardystinum, sum var í Spania 26. januar. Mótstøðuliðið var Lillestrøm, og úrslitið var 1?1. Jákup Mikkelsen var málverji í næsta dystinum, sum varð spældur 30. januar. Tá var mótstøðuliðið Malaga, og úrslitið í Spania var 0?0.
Hósdagin 7. februar spældi Molde í Vestlands høllini ímóti Brann úr Bergen. Úrslitið var 3?1 til Molde, og Eddie Gustafsson var málverji. Fríggjadagin 8. februar hvíldu fleiri av bestu spælarunum seg. Tá var mótstøðuliðið Hødd. Úrslitið var 3?3. Jákup Mikkelsen vardi Molde málið, og á liðnum vóru fleiri heilt ungir spælarar.
Higartil hava Jákup Mikkelsen og Eddie Gustafsson verið málverjar aðru hvørja ferð. Tað vil siga, at Molde venjarin, Gunde Bengtsson, tykist ikki enn hava tikið støðu til hvønn av málverjunum, hann í fyrstu atløgu ætlar sær at hava sum aftasta álit á besta liðnum.









