Jákup er arbeiðsleysur

Tað er rættuliga sannlíkt, at landsliðsmálverjin hevur spælt sín síðsta dyst í Herfølge, og nú bendir nógv á, at hann fer at flyta aftur til Føroya

 

Superliga


Jákup Mikkelsen er arbeiðsleysur. Sáttmálaskeiðið hjá honum og Herfølge er runnið 30. juni, og í løtuni eru ongar ábendingar um, at føroyski landsliðsmálverjin fer at flyta til nakað annað útlendskt felag. Tað er eisini nógv, sum bendir á, at Jákup Mikkelsen hevur spælt sín siðsta dyst fyri Herfølge.

? Vit eru ikki fluttir niður enn, men tað er bara á teoretiska støðinum, at tað kann ímyndast, at vit sleppa undan niðurflytingini, sigur Jákup Mikkelsen.

Tað eru trý umfør eftir í superliguni, og tað kann væl hugsast, at John Faxe Jensen fer at geva einum øðrum málverja plássið ímillum stólparnar í teimum seinastu dystunum.

? Faxe og eg hava tosað um tingini. Hann hevur sagt mær, at so leingi, sum tað var vón fyri, at vit kundu sleppa undan niðurflyting, so fór hann at hava meg í málinum. Hann legði afturat, at um tað kom har til, at Herfølge var flutt niður, áðrenn kappingin var liðug, so fór hann at seta ein nýggjan málverja við. Nú er tað komið har til, ella tað er í hvussu so er heilt tætt við, heldur Jákup Mikkelsen, sum tískil ikki verður bilsin, um hann ikki fær boð til landskappingardystin komandi sunnudag.


Eingin áhugi

Jákup Mikkelsen hevur seinastu tvey árini verið mettur sum ein hin besti málverjin í superliguni. Tær seinastu vikurnar hevur tað ikki gingið serliga væl. Mistøk hjá málverjum kosta altíð nógv, og onkur sovorðin hava verið at sæð.

Sunnudagin tapti Herfølge 2?1 á heimavølli ímóti AaB, og tað hevði lítið við rættvísi at gera. Í 1. hálvleiki hevði Herfølge nógv meiri spæl enn gestirnir, og teir høvdu fleiri málmøguleikar, men teir fingu ikki mál.

Donsku fjølmiðlarnir halda, at Herfølge málverjin var óheppin í sambandi við fyrra málið. Talan var um eitt ikki serliga harðligt langskot. Jákup fekk fingrarnar á, men bólturin datt á tvørtræið og niður í vøllin skeivu megin málstrikuna:

? Eg skuldi havt vippað bóltin upp um málið og til horna. Tað er einki yvir at dylja, at tað ikki hevur gingið so væl tær seinastu vikurnar, sum eg fegin hevði viljað havt tað at gingið. Eg haldi sjálvur, at tað hevur ávirkað avrikini hjá mær, at framtíðin hevur verið so ótrygg, sigur Jákup Mikkelsen.

Tað hevur síðani eina ferð í vetur ljóðað, at FCK var áhugað í at knýta føroyska málverjan at sær. Men Jákup Mikkelsen sigur, at tað er greitt, at einki verður burturúr nøkrum sáttmála ímillum FCK og hann, og Jákup veit heldur ikki um nakran annan møguleika fyri sáttmála:

? Herfølge ynski eg ikki at halda fram í. Har haldi eg ikki, at eg havi nakrar avbjóðingar eftir. Mær hevði dámt at roynt fótbóltslívið í útlandinum í nøkur ár afturat, men í løtuni veit eg ikki um nakran annan møguleika. Tí bendir nógv á, at vit fara at flyta heim til Føroya í summar, sigur Jákup Mikkelsen.

Jákup Mikkelsen vil ikki gera viðmerkingar til tað, men tað hevur ljóðað fyrr í ár, at onnur feløg enn FCK hava verið áhugað í føroyska málverjanum. Tað kann væl hugsast, at sambandið ella samskiftið við FCK hevur gjørt, at Jákup ikki hevur verið serliga áhugaður í at samráðast við onnur feløg. FCK leigaði í vetur norska málverjan Thomas Myhre úr Everton. Tað segðist, at teir tóku hetta stigið, tí Herfølge var ikki sinnað at selja Jákup Mikkelsen til FCK.

Thomas Myhre hevur staðið seg sera væl aftanfyri stórspælandi verjuna hjá FCK, og tí er FCK áhugað at leingja samstarvið við norska málverjan.