##med2##
KÍ er einsamalt oddalið í Betrideildini aftaná góðan 2-0 heimasigur á NSÍ á heimavølli við Djúpumýru í Klaksvík fyrr í dag.
KÍ kom á odda 1-0 við einum dreymaskotið hjá Jákupi B. Andreasen, ið uttan iva verður millum kandidatarnar til ársins mál í 2021. Tá var farið beint um hálvtíman.
Tá 75 minuttir vóru farnir økti Jóannes Bjartalið aftaná brotsspark.
KÍ-NSÍ 2-0 (1-0)
1-0 Jákup B. Andreasen (32.)
2-0 Jóannes Bjartalíð - br. (75.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Petur Asbjørn Lervig segði frá báðum málunum. Hjalgrím Elttør var viðmerkjari hjá FM1 í dag.
2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jákup B. Andreasen aftaná dystin: - Tá ein fær so gott pláss so má ein taka av møguleikanum, greiðir Jákup frá um dreymamálið hjá sær. Í Klaksvík er kenslan góð at verða einsamallir á fyrsta plássi aftaná tvey umfør.
HER ber til at hoyra viðmerkjaran, Hjalgrím Elttør seta orð á dystin. Hoyr eisini samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen.