ÍF er uttan iva tað liðið, sum hevur tey størstu sveiggjini við dreymafótbólti ímóti oddaliðnum KÍ fyri 14 døgum síðani, fyri síðani at tapa 1-7 ímóti NSÍ við Løkin í Runavík í dag.
Annar av venjarunum hjá ÍF, Jákup Mikkelsen er eisini skelkaður av, at liðið hevur eitt so lágt botnstøðið. Tá ÍF spælir uppá sítt besta riggar tað framúr væl, men so fellir alt til jarðar aftur við einum avriki, sum liðið hevði í Runavík í dag.
Jákup Mikkelsen heldur, at avrikið hjá ÍF í dag var einki minni enn ein katastrofa, og hann ásannar, at teir hava nógv at arbeiða við til venjing komandi dagarnar.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði beinleiðis við Jákup Mikkelsen aftaná 1-7 tapið hjá ÍF ímóti NSÍ.