Jákup: Eg havi ábyrgdina av hendingini við Ndende

(Frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá ÍF viðgongur opið og ærliga, at hann tók avgerðina um at brúka Ndende ímóti TB/FCS/Royn

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá ÍF, Jákup Mikkelsen aftaná Jákup hevði sæð sínar spælarar tapt 2-4 ímóti HB á útivølli fyrr í dag.

 

Jákup Mikkelsen er serliga harmur um fyrra hálvleik, har hann heldur, at ÍF ikki stendur seg. HB var eisini á odda 2-0 í steðginum. Í seinna hálvleiki vísti ÍF fleiri vøddar, og megnaði at minka um støðuna til bæði 1-2 og 2-3, og var væl við í seinna hálvleiki.

 

Hóast ÍF liggur á aftasta plássinum í effodeildini, so væntar Jákup Mikkelsen, at liðið fer at ríða stormin av og yvirliva í bestu deildini.

 

Um Ndende-málið, sum kostaði honum karantenu sigur Jákup Mikkelsen, at hann tekur fulla ábyrgd fyri tí, sum hendi. Jákup Mikkelsen valdi at brúka Ndende áðrenn arbeiðs- og uppihaldsloyvið hjá Ndende var uppá pláss. ÍF var tí dømt at tapa dystin í fyrst umfarinum ímóti TB/FCS/Royn 3-0. Ein dystur ÍF upprunaliga tapti 2-1.