Jákup á Dul økt um sítt virksemi

Miðjan mars keypti Jákup á Dul 49 handlar í Bretlandi. Talan er um fínar møblahandlar, ið kallast Pier.

- Teir vóru sera bíliga til sølu, tí fíggjarliga gekk ikki væl hjá handlunum. Men handlarnir hava stórt virði, og eg ætli mær at broyta teir og gera teir enn betri. Í løtuni eru bert 49 av hesum møblahandlunum til í Bretlandi, men tað ber til at lata heili 120 handlar upp. Tískil ætli eg fyrst at broyta handlarnar og síðan at lata fleiri handlar upp. Higartil hevur tað gingið væl, sigur Jákup á Dul í stuttari viðmerking.
 
Til ber at lesa meira um handlarnar á heimasíðuni www.pier.co.uk.