Eitt stórliga miseydnað søluframtak í Onglandi, sum kostaði Advent út við 700 mió. kr. hevur nú ført við sær, at Jákup á Dul hevur keypt fyritøkuna fyri lítið og lætt Eitt stórliga miseydnað søluframtak í Onglandi, sum kostaði Advent út við 700 mió. kr. hevur nú ført við sær, at Jákup á Dul hevur keypt fyritøkuna fyri lítið og lætt
Tá Linde-familjan í 2003 seldi Ilva møblaketuna varð mett, at kostnaðurin var millum 600 og 800 milliónir krónur. Tað var enska íleggingarfelagið Advent, ið var keyparin, og teir høvdu stórar ætlanir um at víðka um virksemið.
Hetta førdi við sær, at teir í august í 2006 lótu eina deild upp í Lakeside í Thurrock í Onglandi, og longu mánaðin eftir la tein deild upp í Manchester og endiliga í november sama árið lat hin seinasta upp í Gateshead nærhendis Newcastle.
Men hóast royndur detailketu handilsmaður varð settur sum stjóri, gekk bara niður á baka, og tá uppgjørt varð eftir fyrstu níggju mánaðirnar, vísti úrslitið eitt tap upp á 62 milliónir pund, sum svarar til áleið 680 milliónir krónur.
Hetta fekk Advent at tveita handklæðið í ringin og upp á tað nærmasta forera møblaketuna til Kaupthing Banka í Íslandi. Hesin hevur síðani selt Ilva víðari til Rumfatalagerinn, sum føroyski stórhandilsmaðurin, Jákup á Dul, eigur.
Føroyski handilsmaðurin keypti Ilva í august í fjør, og hann sigur, at gongdin er vend, men at tað framvegis tekur tíð at fáa møblaketuna at geva yvirskot, hetta serliga tí fhyritøkan er bundin av nøkrum langtíðarsáttmálum, sum ikki eru so lættir at verða loystir frá.
- Men tað gongur støðugt rætta vegin, sjálvt um tað tekur tíð at koma hartil, sum vit vilja verða, sigur Jákup á Dul