Ófjálg var løtan, tá vinur okkara stillisliga varð loraður niður undir. Hann hoyrdi ikki heima har ? í hvussu so er ikki enn, hildu vit. Hvat rennur fram fyri teg í hesi løtu? ? Mangan søgdu vit hvør við annan á veg úr kirkjuni út í kirkjugarðin: »Hatta eiga vit á, Ívar!« Høvdu vit tað í huga, góvu vit tí gætur? Jú! Tað gjørdu vit. Tú og eg sleppa ikki at liva so leingi. Vit njóta lívið; eta og drekka okkum um rygg og hava tað gott, kundi tú mangan siga.
Við klumpi í hálsinum stóðu vit mangan og royndu at syngja sum frægast. Avvarðandi teirra, ið út vórðu borin, niðurboygd av sorg og trega. Tað nívdi okkum. Vit harkaðu, royndu at hosta uttan at hostin stóð okkum í hvørkrunum. Kveittu hvør upp á annan og skundaðu okkum úr kirkjuni út á kirkjugarðin. Hann vegleiddi okkum, hvussu syngjast skuldi. »Hatta er ov høgt! Ein hálvan ella kanska ein heilan tóna niður; annars fer eingin at syngja saman við okkum«.
Tá ið okkara góði og trúgvi vinur, Jákup Dahl Olsen, varð borin út, var klumpurin í hálsinum sterkur. Tað strongdi har á. Kortiliga sungu vit av insta hjarta við honum í huga, tá tað forgeingiliga fór undir heilt. ?
Góði Jákup! Vit høvdu so nógv saman. Ikki altíð á einum máli. Hví skuldu vit eisini tað? ? Vit vóru valla komnir til mans, tá vit gingu úti á VBV síðst í 40-árunum. Blíðskortaða andlit títt, ið altíð lýsti av góðsemi fjálgaði um okkara langa vinalag.
Vit eiga tað á. Hvíl í friði góði Jákup.
Ívar og allir hinir sangararnir