Tað er í annaðkvøld, at B36 skal spæla móti turkiska stórfelagnum, Besiktas. Jákup á Borg, venjari hjá B36, ynskir at halda fast í framrættaða spælistílinum, men tað verður torført, tí mótstøðan er so drúgv.
- Tað fyrsta eg hugsaði var bara “wow”, hvat gera vit nú? Eg havi hugt eftir teimum og tað er eitt gott lið. Í mun til fleiri av teimum heilt stóru og kendu feløgunum, sum eitt nú Manchester United, ið flytur bóltin nógv runt, so spælir Besiktas skjótt og beinleiðis. Eina nerting og so venda teir móti málinum og leypa á. Tað er ongin friður, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36.
Hann vísir eisini at, at Besiktas seinastu 15 dystirnar hevur havt bóltin meiri enn mótstøðuliðið, uttan í Champions League móti Bayern Munchen, men tá fekk liðið eisini ein spælara útvístan. Slíka mótstøða ger eisini, at tað er ein vandi í øllum.
- Liggja vit kompakt og verjukent, so spæla teir frá síðu til síðu. Síðani royna teir at fáa støður, har tað er ein móti einum. Fara vit fram á vøllin, so duga teir væl at spæla afturum verjuna, meðan teir eisini duga væl at spæla á miðjuni, um miðvøllurin ikki er til reiðar, sigur Jákup á Borg.
Vil halda fast í stílinum
Hann letur væl at avrikinum móti Titograd í Montenegro, men veit at tað er torført at halda framrættaða spælistílin móti Besiktas.
- Eg vil gjarna verða trúgvur móti mínum spælistíli og DNA num, sum vit hava, men vit mugu ikki geva teimum pláss. Vit fara at royna at halda okkum til okkara stíl, men serliga miðvøllurin fær nakrar meiri verjukendar uppgávur enn vanligt, sigur Jákup á Borg.
Allir mugu bjóða av
Venjarin hjá B36 er ikki í iva um, at Besiktas er ein væl størri uppgáva enn Titograd, men venjarin ynskir at spælararnir liva upp til serliga seinna dystin.
- Um bara onkur spælari hjá okkum ikki ger sítt, so kunnu vit tapa ordiliga stórt. Eg veit, at tað er stórur munur á Titograd og Besiktas, men vónandi kunnu vit brúka avrikið í Montenegro til at halda lív í uppgerðini. Tað verður torført, men tað hevði verið stuttligt, sigur Jákup á Borg og leggur afturat, at liðið má deila dystin upp í partar.
- Vit deila dystin upp. Eitt nú spæla vit fyrstu tíggju minuttirnar sum um, at vit eru á odda 1-0 og tað er seinastu minuttirnar. Tað er fyri at koma gott í gongd, sigur Jákup á Borg.
Eru ikki troyttir!
Venjarin vil ikki hoyra talan um, at spælarar eru troyttir ella hava brúk fyri summarferiu.
- Hetta er so spennandi. Í tríggjar vikur hava vit næstan liva sum yrkisspælarar. Vit venja ikki líka hart, sum vit plaga, men eg vil ikki hoyra um troyttleika, sigur Jákup á Borg.
B36 hevur spælt ein dyst um vikuna, og hevur flutt ólavsøkudystin móti 07 Vestur, so tað verður eisini tilfeldiði móti Besiktas. FM1 sigur frá dystinum, sum verður hóskvøldið klokkan 19. Byrjað verður at senda eftir tíðindini klokkan 17.