Jákup á Borg visti av ongum

Jákup á Borg kennir seg vónsviknan, nú hann ikki er partur av landsliðshópinum, sum seinni í hesum mánaðinum fer til Íslands. Mest er hann vónsvikin, tí hann heldur ikki hevur fingið at vita frá rætta stað, at hann ikki er úttikin

FÓTBÓLTUR

 

Ein av teimum, sum ikki er partur av landsliðshópinum, sum í næstu viku fer til Íslands, er Jákup á Borg úr B36. Hetta er uttan iva nakað, sum kemur óvart á mong, og fyri spælaran sjálvan var hetta í øllum førum púrasta óvæntað.

– Eg má bara siga, at eg eri ógvuliga vónsvikin. Eitt er, um venjarin ikki metir meg at hava tað, sum skal til, fyri at spæla á landsliðnum. Men eg havi verið partur av hópinum í meira enn 10 ár, og tí haldi eg tað vera løgið, at eg einki hava fingið at vita undan úttøkuni, sigur Jákup á Borg.

– Sjálvur havi eg eisini roynt at fingið fatur á Heðini Askham, so eg kann fáa eina frágreiðing frá honum, men tað hevur so ikki eydnast mær.

 

Ikki liðugur enn

Hesi seinnu árini hevur tað verið vanligt, at einki er komið út um nakrar úttøkur, fyrr enn teir spælarar, sum eru inni í myndini, sjálvir fyrst hava fingið at vita, um teir eru við ella ikki.

– Tí kom tað sum eitt sindur av einum skelki, at eg einki sum helst fekk at vita, fyrr eg var uppringdur av pressuni, sum vildi hava eina viðmerking til, at eg ikki var úttikin til dystin í Íslandi, sigur Jákup á Borg, sum telist millum teir allarroyndastu spælarar á landsliðnum gjøgnum allar tíðir.

Hann hevur verið spælt A-landsdystir fyri Føroyar tilsamans 57 ferðir og hevur skotið tvey mál. Og stendur tað til hansara, so verður dystartalið ikki standandi á hesum.

– Eg eri ógvuliga vónsvikin nú, men tað skal eingin sum helst ivi vera um, at eg ætli mær upp í landsliðshópin aftur. Og tí fari eg at arbeiða hart fyri, sigur Jákup á Borg.