Jákup á Borg ikki við móti Brøndby

Jákup á Borg og Tróndur Vatnhamar skiftu fyrr í vikuni frá HB til B36

Hetta fegnaðust leikarar og viðhaldsfólk hjá árstalsfelagnum í høvuðsstaðnum sjálvsagt um. Men hesi fólk mugu bíða eitt sindur enn, áðrenn tey fáa teir báðar at síggja á vøllinum. Jákup á Borg og Tróndur Vatnhamar eru ikki tøkir til dystin móti Brøndby, hóast spæliloyvini eru í ordan. Hetta tí, at báðir hava umboðað HB ímóti Elfsborg í Intertoto kappingini. Tað er nevniliga ikki loyvt at umboða fleiri enn eitt felag í altjóða kappingum, og tí sleppa teir ikki á vøllin fyrr enn landskappingin verður tikin uppaftur. Tað verður mikukvøldið 6. august, tá B36 vitjar í Sandoy.