Eg havi ongantíð upplivað slíka hending í fótbólti, sum hana í Gundadali í dag, sigur Jákup á Borg, sum hevur spælt fótbólt á hægsta stigi síðani 1996.
Hann sipar til hendingina í dystinum millum B36 og ÍF í Gundadali í dag.
Ein spælari hjá B36 lá skaddur innan fyri 16 meturin. Málmaðurin hjá B36 skjýtur bóltin út móti síðulinjuni, fyri at steðga dystinum. Men Høgni Madsen hjá ÍF fangar bóltin, spælir hann til annan ÍF leikara, sum smekkar bólktin í netið, og so er støðan 1-1.
Jákup á Borg heldur ikki nógv um slíka gerð.
Hatta var so langt úti, at hatta er undir alt lágmark. Hatta er ikki fyrimyndarligur fótbóltur, og einki fyri teir yngru at síggja upp til, sigur Jákup á Borg.
Men tað er ikki javnleikurin, sum argar Jákup á Borg, sum ikki spældi við B36 liðnum í dag.
ÍF hevði uppiborið javnleikin, men tað er bara mátin, teir fingu hann uppá, sum ikki er í ordan, sigur Jákup á Borg,