Tað var stór gleði í hópinum hjá B36, eftir at teir megnaðu at vinna á Titograd úr Montenegro í 1. undanumfarinum í Europa League. Løtu seinni legði B36 út eitt sjónbandabrot við sigursdansinum hjá B36, har Jákup á Borg er høvðusmaður.
Síggja sigursdansin við at trýsta á pílin á myndini
Sjónbandabrot er nú farið ein altjóða túr á netinum. Á sjálvum postinum á Instagram, har B36 legði sjónbandabrotið út, er sjónbandabrotið sæð næstan 60 túsund ferðir, har eru næstan seks túsund viðmerkingar. Flestu av teimum tykjast koma úr Turkalandi, har komandi mótstøðuliðið, Besiktas, er frá.
Leinkja til greinina á russiskum sæst HER
Nú hevur eisini ein kendur russiskur tíðindamaður, við navninum Yury Dud, deild sjónbandabrotið. Hann hevur millum annað fleiri enn eina millión fylgjarar á Instagram, og er sum skilst ein kendur maður í russiskum journalistikki.
Hann endurgevur fyri tað mesta bara fakta, men sigur millum annað, at rópini hjá Jákupi á Borg helst høvdu vakt nábúgvan. Í løtuni tykist B36 fáa nógva umtalu í altjóða miðlum. Fyrr í dag kunngjørdi OFK Titograd eisini, at venjarin hjá teimum er koyrdur, tí liðið tapti fyri B36.
B36 skal hóskvøldið spæla móti turkiska stórfelagnum, Besiktas.









