Jákup á Borg: Enn ein strævin dystur (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu B36 vann 1-0 á Skála, og hoyr høvuðsvenjaran hjá B36 staðfesta enn ein harðvunnan sigur

##med2##

B36 varðveitir oddasessin aftaná tepran 1-0 sigur á Skála á ovara vølli í Gundadali. 

Sigursmálið skoraði Alex Mellemgaard uppá brotsspark tá 65 minuttir vóru farnir aftaná Brian Jakobsen var feldur í brotsteiginum hjá Skála. 

- Í fyrra hálvleiki var heimaliðið omaná, uttan at tað eydnaðist at vinna upplagdar málmøguleikar. Í seinna hálvleiki legði Skála nógv fyri í royndini at javna. Tað vóru nógvar spentar støður frammanfyri B36 málið, men sum í fyrsta umfari, tá ið B36 vann 1-0 í Gundadali ímóti Skála, so eydnaðis tað ikki skálamonnum at skora mál. Soleiðis orðaði Jóannes Hansen seg um dystin á in.fo fyrr í dag. 

- Hetta var enn ein strævin dystur, viðgongur høvuðsvenjarin hjá B36, ið staðfestir enn ein harðvunnan dyst hjá B36

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frásøgnina av sigursmálinum hjá B36. Hoyr eisini Jákup á Borg seta orð á dystin í samrøðu við reportaran hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal sum segði frá dystinum. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Harald Reinert Højgaard hjá Skála.

(B36-Skála 1-0: Málið og samrøða við Jákup á Borg)