Jákup á Borg: Eg eri bæði keddur og bilsin

Ímyndin av B36 er givin. - Eg havi valt at gevast, tí tað eru nakrir spælarar, sum eru ónøgdir við mítt arbeiði

B36 hevur í dag kunngjørt, at samstarvið við størstu ímyndina av felagnum, venjarin Jákup á Borg, er slitið. Tað er ónøgd frá nøkrum spælarum, sum hevur ført til at venjarin hevur valt at gevast undan steypakappingini.

- Eg eri bæði keddur og bilsin um hesa støðuna, og at hon kom so brádliga. Tað er so stutt til kappingarenda. Eg eri takksamur fyri tað álit sum nevndin hevur víst mær hesi árini og í hesi støðuni. Nevndin hevur givið mær fullan uppbakning, men eg havi valt at gevast, tí tað eru nakrir spælarar, sum eru ónøgdir við mítt arbeiði og eg klári ikki at geva teimum meir í hesum førinum. Tí havi eg valt at gevast her og nú, so felagið kann hugsavna seg um steypakappingina, sigur Jákup á Borg við In.fo í kvøld.

Les eisini: Jákup á Borg gevst í B36

Jákup á Borg er ímyndin av B36. Hann kom á besta liðið hjá felagnum í 1996, og hevur síðani spælt yvir 500 dystir í føroyskum og altjóða fótbólti. Síðani 2017 hevur hann staðið á odda fyri besta liðnum hjá B36, hevur tvær ferðir hevur verið á ævintýraferð í Evropa við fleiri sigrum, umframt einum steypasigri. Hartil hevur B36 vunnið bronsu tvær ferðir og silvur eina ferð í landskappingini.

- Hetta er fyrstu ferð síðani 1996, tá eg eg kom á besta liðið undir Jógvani Norðbúð, at eg havi haft frí frá fótbólti. Beint nú eri eg so troyttur, skelkaður og keddur, at eg skal líka finna meg sjálvan. Eg havi verið í hesi bransjuni leingi, og eg veit at hon er hørð, men eg havi ikki mist mótið og havi hug at arbeiða í fótbóltsheiminum aftur. Eg skal líka hava luft fyrst, sigur Jákup á Borg við In.fo í kvøld.

##med2##

B36 bleiv í ár nummar fýra í landskappingini við 59 stigum. Tað er tað mesta, sum eitt lið, ið er endað nummar fýra, hevur fingið.