Tað ljóðar fyri vist, at HB og B36 eru samd um treytirnar fyri at flyta spæliloyvið, og mest sannlíkt er Jákup á Borg aftur í B36 í kvøld B36 hevur havt eykaaðalfund í kvøld, og her varð sagt, at Jákup á Borg og Tróndur Vatnhamar eru á veg aftur til felagið.
Sagt varð, at B36 er komið ásamt við HB um treytirnar fyri at flyta spæliloyvið hjá Jákupi aftur til felagið, og tað sama er galdandi fyri Trónd Vatnhamar, sum fyri stuttum boðaði frá, at hann ikki vildi halda fram í HB.
Enn eru persónligu treytirnar hjá spælarunum so ikki komnar endaliga upp á pláss, men flytingarvindeygað steingir í kvøld, og tí verður tann spurningurin helst svaraður innan næstu tríggjar tímarnar.










