Jákup bjargaði Herfølge

Superligan: FCK vann fyri aðru ferð á rað, men upp í gleðini yvir sigurin á grannunum úr AB varð mikukvøldið blandaður harmur um, at næstan allir verjuspælararnir eru skaddir

 

Føroyska luttøkan í superliguni mikukvøldið var ikki so stór, sum hon va rnæstsíðst. Í FCK gjørdu teir undan nýklassikaranum ímóti Brøndby av, at Todi Jónsson skuldi ikki spæla. Lærskaðin, sum Todi fekk undir skotvenjing á Svangaskarði fríggjakvøldið, versnaði so mikið tíðliga í 2. hálvleiki ímóti Slovenia, at Todi fyrrapartin av hesi vikuni ikki fekk vant saman við liðfeløgunum í FCK, og tískil fekk hann heldur ikki spælt mikukvøldið.

At Óli Johannesen í vikuskiftinum var heima í Føroyum og hjálpti til so at siga at seta Slovenia upp á pláss á Svangaskarði tóktist mikukvøldið ikki hava styrkt um støðu hansara í AGF hópinum. Spurningurin er so, hvussu tað hevði verið vorðið, um Óli hevði havt verið heima í Århus og vant. Tann spurningurin er ? so segði maðurin ? hypotetiskur, og tískil verður hann ikki svaraður.

Óli Johannesen var í AGF hópinum. Næstsíðst spældi hann allan 2. hálvleik. Hesa ferð var hann bara við teir síðstu fimm minuttirnar á heimavøllinum í Århus, tá oddaliðið úr Lyngby vitjaði og fór við øllum stigunum. Óli kom í 85. minutti á vøllin fyri Michael Nonbo. Tá hevði Óli sitið leingi á beinkinum. Tíðliga í 2. hálvleiki sveik ein partur av ljósinum í Århus. Tað gingu fleiri enn tjúgu minuttir, áðrenn brekið varð rættað og dysturin bríkslast í gongd aftur.

AGF tapti 4?1 ímóti sera sannførandi Lyngby, sum við sigrinum styrkti um oddasessin. Tá 40 minuttir vóru farnir, hevði Lyngby lagt seg á odda 3?0. Lyngby, sum bara hevði ein mann heilt á toppinum, var framúr vandamiklið í kontraspælinum.

Tað kann væl hugsast, at møguleikin hjá Óla Johannesen ikki versnaði mikukvøldið. Verjan var ikki serliga sannførandi, og eitt korter undan leikloki sá verjuspælarin Dennis Siim reytt fyri neyðbremsu. Tað vil siga, at hann verður ikki tøkur næstu ferð.

Næsta royndin hjá AGF ? og vónandi Óla Johannesen ? verður á útivølli ímóti grannunum í Silkeborg.


Jákup stórspældi

Herfølge hevði vitjan av Silkeborg. Sum alla aðra staðni í Danmark, har tað mikukvøldið varð spælt í superliguni, oysregnaði í Herfølge. Hetta gjørdi ikki arbeiðsumstøðurnar hjá málverjunum betur. Men tað eydnaðist Jákupi Mikkelsen at halda tætt.

Tað vóru ikki nógvir upplagdir málmøguleikar. Silkeborg hevði onkrar síðsta korterið av 1. hálvleiki og aftur í síðsta korterinum av 2. hálvleiki. Landsliðsmaðurin Henrik Tømrer Petersen hevði onkran sera vandamiklan stútara fram ímóti dystarenda, men Jákup Mikkelsen bjargaði frágera væl út til horna. Harvið fekk Herfølge eitt stig, og nú eru teir so smátt við at lyfta seg fram ímóti niðurflytingarstrikuni.

Sunnudagin skal Herfølge til Gladsaxe at spæla ímóti AB.


Zuma skoraði

Todi Jónsson sat saman við 13.952 áskoðarum og hugdi at, tá AB var i Parkini. Talan var um nógv hægsta áskoðaratalið mikukvøldið. Í Herfølge vóru 1.428 áskoðarar, og í Århus vóru teir 3.807. Áskoðaratalið var væl hægri enn alla aðra staðni mikukvøldið. Tað var ikki so høgt, sum tað plagar at vera, tá Brøndby er í Parkini, men høga áskoðarataliðå boðar frá, at nú verður av álvara roknað við AB sum eitt av stóru liðunum í Danmark.

FCK vann 1?0. Málið fingu teir tíggju minuttir undan leikloki. Suðurafrikanarin, Sibusiso Zuma, skoraði málið, eftir at norðmaðurin Harald Brattbakk hevði spælt hann út frá baklinjuni í høgru.

Nú hevur FCK vunnið tvær ferðir upp í slag. Roy Hodgson var sjalvsagt fegin um stigini, men hann segði seg stúra eitt sindur fyri komandi dystum. Orsøkin er tann, at so nógvir verjuspælarar hjá FCK eru skaddir. Mikukvøldið noyddist Bo Svensson at taka seg av vøllinum. Sambært Roy Hodgson eru bara tríggir rættuligir verjuspælarar, sum ikki eru skaddir, eftir í hópinum. FCK venjarin helt fyri mikukvøldið, at um ein verjuspælari verður skaddur afturat, so verður neyðugt at seta ein av framrættaðu monnunum í verjuna.

FCK skal í næsta umfarinum spæla í Aalborg.


Hini úrslitini

Viborg, sum kritsi himmalferðardag vann steypafinaluna, hevur verið væl við higartil í ár. Men teir fingu rættuliga oyruni í Brøndby maskinuna mikukvøldið. Tað var skjótt, at heimaliðið hevði skorað tvey mál, og so var alt avgjørt.

Botnliðið úr Haderslev fór aftur úr Ikast við einum orduligum lúsingi. Samansetta liðið á Miðjyllandi, FCM, vann 5?1, og nú eru teir á triðja plássi. Hópin myrkari sær tað út hjá Haderslev, sum er einsamalt í botninum.

Fyrrverandi liðfelagin hjá Toda Jónsson, Carsten Hemmingsen, var fyri fyrstu ferð síðani 1996 á miðvøllinum hjá OB, sum í Odense hevði vitjan av AaB. OB skoraði tvær ferðir undan steðginum, og so var greitt, at øll trý stigini fóru at verða í Odense.