Jákup bjóðar bólt á Rás2

Fótbóltspanelið: FM stríðið, HB og B36 á skránni

Í Fótbóltspanelinum, sum er á Rás2 hvønn fríggjadag klokkan 16, verða Jákup á Borg og Hanus Thorleifsson gestir í rásarúminum. Jákup á Borg spælir í morgin sín seinasta dyst í bestu deildini, meðan Hanus Thorleifsson í vikuni boðaði frá, at hann eisini gevst sum fótbóltsspælari í bestu deildini.

 

Hoyr Fótbóltspanelið beinleiðis á Rás2 hvønn fríggjadag klokkan 16

 

Jákup á Borg bjóðar ein bólt, sum verður signeraður av øllum spælarunum í morgin. Tað verður vinnari í SMS kappingin, sum fær tann bóltin.

 

Hoyr Rás2 á netinum við at trýsta HER

 

Eftir sum tað er seinasta Fótbóltspanelið í samband við EFFo-deildina 2016, so verður eisini møguligt, at vinna ein frálíkt kvøld fyri tvey við bowling, mati og tveimum atgongumerkjum til Havnar Bio.

 

Les eisini: Kundi spælt við Liverpool

 

Formaðurin í HB, Finnbogi Arge, verður at hoyra í tíðindasendingini klokkan 16. André Olsen ger viðmerkingar til støðuna í HB, sum í gjár boðaði frá, at Jan Dam er koyrdur, og at HB nú ætlar sær FM í 2017.

 

Les eisini: Her er ætlanin hjá HB

 

Spurningurin í SMS kappingini, sum also hevur tveir frálíkar vinningar í dag, er hvussu gamal er Jákup á Borg. Send rætta svarið á 559999, so ert tú við í lutakastinum um signeraða bóltin, og eitt kvøld við bowling, mati og biograf.

 

Spurningar og viðmerkingar kunnu sendast á 559999.