Íslendska sjóverjan tók um vikuskiftið føroyska línuskipið Jákup B, sum sambært íslendskum fjølmiðlum bleiv tikin fyri ólógligan fiskiskap í landssynning úr Íslandi.
Jákup B fekk boð um at sigla til lands. Skipið fór inn á Hornafjørðin, har løgreglan stóð á bryggjuni og tók ímóti. Løgreglan avhoyrdi skiparan, og aftan á avhoyringina slapp Jákup B útaftur.
Einki verður sagt um, hvat lógarbrot Jákup B bleiv tikin fyri.