Tá Skipasýnið kravdi ábøtur í galluni á Jákup B, gjørdi reiðarí?ið av, at gera størri umbyggingar umborð, eitt nú at gera nýggja brúgv.
Beint eftir norðoyastevnu varð skipið lagt, og nú, tveir mánaðar seinni, er nýggj brúgv komin á bátin.
Brúgvin er í tveimum hæddum. Á niðaru hæddini er nýtt baðiverlisi, skipara- og stýrimanskamar.
Undir dekkinum er nýggj galla, messa og gongd. Messan er dupult so stór, sum hin gamla, og er skaffingarrúm og sjónvarpsstova í einum.
Grímur Lassen, reiðari, sigur, at tá skipið er so gamalt, er ikki nóg mikið við ábótum.
- Tað, sum verður gjørt av umvælingum umborð, verður gjørt av nýggjum, so hvørt sum fíggjarligu umstøðurnar loyva tí, sigur hann.
Umvælingarnar hesaferð kosta um 5 til 6 milliónir krónur.
Tað er Kjartan Hansen, skipsbyggjari, sum eigur fyritøkuna, Mekanor í Klaksvík, ið hevur bygt nýggju brúnna.
Við Jákup B eru 14 mans, skipari er Sámal Jákup Olsen úr Klaksvík.









