Línuskpiið Jákup B, sum fekk maskintrupulleikar, tá teir næstan vóru komnir á fiskileið á Flemish Kap herfyri, verður væntandi klárur aftur til fiskiskap, tá juli mánaði fer at halla.
Óli Lassen sigur, at bæði skrúva, aksil og trekkstong eru send av landinum, har skipanin verður umvæld, og síðan koma lutirnir heimaftur og verða settir í skipið.
Hann væntar, at skipið verður klárt at fara aftur til fiskiskap í endanum av juli.
Tað er beiggi Óla, Helmar Lassen, sum er skipari á Jákupi B.
Tað var á veg yvir á Flemish Kap, at línuskipið fekk maskintrupulleikar. Teimum vantaði bert 20 tímar í fiskileið, tá teir ikki kundu sigla meiri. Í eini tvey samdøgur lógu skip og manning og rókust fyri vág og vind í høgari aldu.
Tað var línuskipið Sigmundur, ið tók Jákup B upp á sleip, og seinni kom vaktar-og hjálparskipið Tjaldrið og tók um endan og sleipaði Jákup B til lands.
- Vit vita ikki í løtuni, nær farið verður avstað aftur, og vit hava heldur ikki tikið støðu til, hvar skipið fer, tá loyst verður aftur, sigur Óli Lassen.
Birgir W. Høgnesen tók hesa myndina av Jákupi B, sum um dagarnar fór av aftur bedingini hjá Mest, men verður tikin uppaftur, tá skrúva, aksil og trekkstong verða sett í skipið aftur.