SKOTLAND
Eitt sindur spennandi var tað at finna út av, um Jákup Mikkelsen mundi fara at varðveita sessin millum stólparnar í Partick Thistle málinum, eftir at hann frá sunnudegnum og til hósdagin hevði verið burtur frá venjing í felagnum, tí hann hevði verið í Føroyum í landsliðsørindum.
Jákup var í málinum, tá ið stóra Celtic vitjaði ein av lítlubeiggjunum í Glasgow. Eftir áta minuttir legði Celtic seg á odda. Málskjútti var Paul Lambert, sum áður hevur spælt landsdystir fyri Skotland ímóti Føroyum. Í onkrum av skotsku fjølmiðlunum verður hildið, at Jákup Mikkelsen kundi havt bjargað skotinum, meðan tað aðra staðni verður mett meiri ivasamt. Leygarkvøldið vísti Sky news fleiri ferðir støðuna. Celtic spældi seg til baklinjuna í høgru og eitt sindur inni í brotsteiginum. Bólturin varð spældur flatt aftur til Paul Lambert, sum úr tólv metrum og við nógvum fólki millum seg og málverjan smekkaði til. Jákup tveitti seg sum ein køttur, og hann tóktist hava fatur á bóltinum, sum kortini datt inn um strikuna.
James Grady javnaði fyri Partick Thistle í 26. minutti, og ein minutt undan hvíldini skoraði Alan Thompson sigursmálið upp á brotsspark, sum fleiri skotskir fjølmiðlar halda var í so bíligt.
9.045 áskoðarar hugdu at, og teir sóu Jákup Mikkelsen fleiri ferðir verja væl fyri Celtic royndum. Celtic royndi seg fleiri ferðir við rúkandi langskotum av brotsteigarmarkinum, men Jákup stóð á rætta staðnum, og serliga var tað, tá ið innskifti Liam Miller royndi seg, at bjargingin var góð. Besta bjargingin var kanska tann í 7. minutti, tá ið Shaun Maloney varð einsamallur við Partick málverjanum, sum vann tvídystin teirra millum.
Gerry Collins, venjarin hjá Partick Thistle, er opinskáraður, og hann fjalir ikki yvir, um hann heldur ein av sínum monnum hava staðið fyri vánaligum avriki. Eftir uppgerðina ímóti Celtic var hann ikki heilt misnøgdur. Okkum er ikki komið fyri oyru, at hann hevur sagt nakað um, at hann ætlar at gera hóttanina at skifta málverja til veruleika. Í síðstu viku segði venjarin, at Jákup skuldi støðugt vísa sítt ítarsta, um hin málverjin ikki skuldi sleppa framat aftur.
Jákup og teir eiga eftir trý tey fyrstu umførini framvegis fyrsta sigurin á. Venjarin segði í leikskránni leygardagin, at burtursæð frá Celtic og Rangers og kanska Hearts so hevur liðið hjá honum bestu manningina í bestu deildini í Skotlandi. Higartil hevur tað ikki roynst væl. Aberdeen og Dundee United hava einki stig fingið og eru aftast. Partick er við einum stigi triði aftast.
Fremst í Skotlandi eru, sum tey plaga at vera, Rangers og Celtic, sum bæði hava fult stigatal, ið er níggju.