Jákup Augustinussen – nøkur minningarorð.

Eg minnist ikki rættiliga, nær eg fyrstu ferð hitti Jákup, ella Gaga, sum okur kallaðu hann her suðuri í Vági. Hann var bøfressur, sum búi vesturi í Bø. Hann var eitt sindur eldri enn eg, men eg hitti hann viðhvørt, tá ið pápasystir hansara, Ella, fór vestur í Bø.. og hevði meg við.

Tað var eitt sindur av eini ættargjógv okkara millum. Hann var yngstur av børnunum hjá Hannu og Lítla Pallanum. Men eg var systkinabarn við pápa hansara! Soleiðis er, tá ið glopp verður millum ættarliðini. Í skúlanum kom hann í A-flokkin, og eg kom í B-flokkin.
 
Ongantíð hava fleiri fólk búð í Vági enn júst tey árini, tá ið okur báðir vóru óvitar. Og lív var uttandura. Barnaspølini, dreingjaspølini eftir skúlatíð, lagaðu seg eftir, um tað vóru indianarar ella romverjar, sum herjaðu í kjallaranum hjá Jørgen Olsen...    
Men tað var mest á leikvøllum, at okur komu á sama lið - runnir av gomlum VB-rótum vesturi í Bø.
 
Lagnuárið 1967, tá ið ristingar fóru um alla sunnaru helvt av Suðuroy, vunnu okur Føroyameistaraheitið í fótbólti fyri piltar.  Hetta var fyrsta árið, at kapping var í piltadeildini. Ørminnist um, at
danska felagið OB hevði latið steypið.
 
Tað, sum eg haldi okur allir á fremsta piltaliði landsins tá, virðismettu hægst hjá Gaga var hansara fantastiski vilji.  Jákup hevði ein óluksáligan vilja til at vinna! Hann vildi barastaðni ikki av einum vølli, um okur stóðu til at tapa. Soleiðis var eisini í 1969, tá ið Dómsnevndar-steypið kom í hús, og seinri í vaksnamannadeildini.
 
Hann fór til Havnar at arbeiða, búsettist í Hoyvík og fekk familju.
Eg siti og hyggi at einari mynd frá Føroyameistara-árinum 1967.
Har standa okur allir í ungdómsins fagrasta blóma.
Ikki grunaði tað meg, skyldmaðurin, at tú skuldi vera tann fyrsti
á 1967 liðnum at seta fótbóltsgaggurnar. Men, tá ið líggjamaðurin blæsur í dómarafloytuna, tá er tap í hendi.

Friður veri við minninum um vinin og skyldmannin, Jákup    Augustinussen.

Harrin styrki tykkum, íð eftir sita.  
                                                                                               Arnfinnur Thomassen