Jákup Andreas og familjan funnu skattin í Klaksvík

Finn eina Ferð kappingin hjá Smyril Line í Klaksvík er liðug, og vinnarin er funnin.

Tað vísti seg, at skatturin ella ryggsekkurin við vinningunum í varð goymdur á Vágsbøi beint við, har Stóri Pallur vanliga stendur, tá ið Summarfestivalurin er á skránni.

Eins og í Runavík so var fitt av fólki, sum tók lut í skattaveiðuni í Klaksvík, og eftir einum góðum hálvum tíma eydnaðist tað Jákup Andreas Heinesen úr Klaksvík saman við familjuni at finna skattin á Vágsbøi.

Finn eina Ferð kappingin er tó ikki liðug enn. Komandi leygardag verður skattaveiða á skránni bæði í Sandoynni og í Suðuroynni.