Brian Kerr sigur tað ikki beinleiðis, men alt bendir á, at Jákup Mikkelsen aftur verður í føroyska málinum, tá Serbia kemur á vitjan tann 10. juni.
- Gunnar Nielsen hevur brotið armin, og hann verður neyvan tøkur til dystirnar, sum nú standa fyri framman. Men Jákup Mikkelsen hevur jú verið ein klassamálverji fyri Føroyar ígjøgnum nógv ár, sigur landsliðsvenjarin.
Jákup Mikkelsen segði annars í vár, at hann tók seg av landsliðnum, eftir at hann fekk at vita frá Heðini Askham, sum tá var fyribilsvenjari, at Gunnar Nielsen nú átti plássið millum stólparnar. Seinni segði Jákup Mikkelsen tó, at hann hevði skilt tað, sum skuldi Heðin Askham vera venjari alt hetta árið, og at talan var um nýggja støðu, um nýggjur venjari varð settur.









