Fótbóltur
Tað er einki at ivast í, at ein av teimum monnum, sum klaksvíkingar hava verið heilt stoltir av, er Jákup Mikkelsen. Seinastu nógvu árini hevur landsliðsmálverjin roynt seg sum yrkisleikari uttanlands, og eitt nú var hann partur av liðnum hjá Herfølge, sum púra óvæntað streyk avstað við danska meistaraheitinum í 2000.
Síðani hevur verið eitt sindur misjavnt, hvussu hevur gingist hjá Jákupi. Meistaraheitið varð árið eftir býtt um við niðurflyting, og eitt lovandi skifti til norska Molde endaði við einum plássi á beinkinum, tá felagið eisini keypti ein svenskan málverja. Seinasta hálva árið hevur tað tó verið í Skotlandi, at Jákup hevur roynt seg, men heldur ikki her gekst nakað serligt.
Felag hansara, Partick Thistle, eigur enn fyrsta sigurin til góðar, og seinastu nógvu umførini hevur føroyski landsliðsmálverjin bert verið á beinkinum, og tað er ikki júst tað, sum ein spælari hevur besta hugin til.
Tí hevur Jákup eisini spurt seg fyri, hvørt tað er møguligt at verða loystur úr sáttmálanum, og við Norðlýsið sigur málverjin, at hetta hevur hann fingið skriftligt lyfti um.
At tað gjørdist KÍ, sum verður nýggja felag hansara, man neyvan koma so óvart á tey flestu, men tað var tó um reppið, at talan gjørdist um annað felag. Í øllum førum varð undan vikuskiftinum sagt, at B36 stóðu klárir við tí heilt stóra kekkheftinum. Hvørt hald varð í hesum, ella um Jákup bara valdi kenslurnr fram um pengarnar, er ikki staðfest, men í øllum førum tykist víst, at tað verður í KÍ, at Jákup nú fer at royna seg.
- Vit hava ikki gjørt nakran endaligan sáttmála, men hava avtalað at forhandla smálutirnar upp á pláss, so skjótt sum eg komi heim, sigur Jákup Mikkelsen við Norðlýsið á netinum, og tað líkist í øllum førum eini staðfesting av, at málverjin nú setir kós heimaftur.