Jákup aftur bestur í Danmark

Hóast stórspælandi føroyskan landsliðsmálverja, so eydnaðist tað ikki Herfølge at fáa øll stigini í Aalborg, sjálvt um teir vóru á odda 2?0 og í ein tíma spældu ímóti tíggju monnum

 

Tá danmarksmeistararnir sunnumorgunin fóru úr Herfølge og til Aalborg, høvdu teir einki ímóti at hava eitt stig við til hús aftur. Tá teir sunnukvøldið vóru aftur á Sælandi, høvdu teir kensluna av, at teir heldur høvdu tapt tvey stig, enn at teir høvdu vunnið eitt stig.

Og tað var ikki so undarligt, at teir høvdu hesa kensluna. Tá AaB liðformaðurin, Anders Andersson, í 29. minutti fekk næsta gula kortið og harvið sá reytt og noyddist av vøllinum, var støðan 2?0 til Herfølge. Tí vóru fyritreytirnar hjá heimaliðnum ógvuliga truplar, og tí var einki at siga til, at venjarin hjá teimum, Peter Rudbæk, eftir dystarlok segði, at hann hevði meiri eina kenslu av, at teir høvdu vunnið eitt stig, enn at teir høvdu tapt tvey.


Stórspælið

AaB hevði mest sum alla tíðina stóra yvirvág í spæli. At teir ikki fingu fleiri mál og harvið vunnu sannførandi sigur, var tað bara ein orsøk til, og tað var Jákup Mikkelsen.

Tá danskir fjølmiðlar sunnukvøldið gjørdu upp eftir hetta umfarið, vóru teir ikki í iva: Jákup Mikkelsen var besti málverjin og kom tískil á vikuliðið hesa ferð. At tað var púra uppiborið var sjón fyri søgn. AaB álopsmenninir vóru ferð eftir ferð í uppløgdum støðum at gera mál, men Jákup vardi fyri.

? Hann hevur altjóða støði, staðfesti frásøgumaðurin í sjónvarpinum, og bæði í útvarpinum og bløðunum vóru teir samdir.

Hetta var fyrsta ferðin, síðani tað eftir summarsteðgin varð farið undir nýtt kappingarár, at Jákup Mikkelsen varð mettur at vera besti málverjin í einum umfari í superliguni. Í næstsíðsta umfarinum tapti Herfølge 2?0 ímóti FCK. Tá var spælið hjá Jákupi Mikkelsen á sama støði, sum tað var nú sunnudagin. At Jákup ikki ta ferðina var á vikuliðnum komst av, at dysturin ímillum Herfølge og FCK varð spældur mánakvøld. Vikuliðið verður altíð valt sunnukvøld.


Málini

Herfølge kom á odda í einum av fyrstu álopunum, sum teir høvdu í Aalborg. Eitt korter var farið, tá Jesper Jacobsen eftir innlegg úr høgru gjørdist púra blankur í málteiginum.

Í 24. minutti økti Herfølge til 2?0. Málskjútti eftir snarálopið var Chris Hermansen. Hann lyfti upp um AaB málverjan, sum tóktist hava verið ov skjótur at leypa út. Chris Hermansen, sum undan hesum kappingarárinum kom aftur til Herfølge úr AB, var ovurfegin, og tað var ikki at undrast á. Tað hevur gingið illa hjá lítla álopsmanninum, sum ofta hevur verið á beinkinum.

Í fyrsta AaB álopinum eftir steðgin, svav Herfølge verjan. Søren Frederiksen var púra leysur mitt fyri málinum og kundi stúta innlegg úr høgru í kassan.

Í 65. minutti javnaði estlendski landsliðsmaðurin Andres Oper. Úr stuttari fjarstøðu smekkaði hann upp undir tværtræið. Bólturin støkk í svørðin, áðrenn ein verjuspælari beindi honum burtur. Bólturin var innanfyri málstrikuna, segði linjuverjin, og so dømdi dómarin mál.

AaB fekk stutt undan leikloki bóltin í málið hjá Jákupi Mikkelsen, men linjuverjin kommdømdi fyri rangstøðu.

? Okkara spælarar hildu seg hava vunnið, tá støðan var 2?0 og teir høvdu mist ein mann. Tí kunnu vit ikki takka øðrum enn okkum sjálvum fyri, at vit ikki fingu øll stigini, segði John Faxe Jensen.

jh