Jákup er 44 ára gamal og havnarmaður. Hann er útbúgvin framleiðsluverkfrøðingur og hevur arbeitt í Grønlandi seinastu nýggju árini. Fyrstu seks árini arbeiddi hann hjá grønlendska Heimastýrinum, har hann hevði við skip at gera. Seinastu trý árini var hann stjóri á eini krabbafyritøku. Jákup A. Nielsen tekur við sum leiðari eftir Mikkjal Absalonsen, sum heldur fram í øðrum starvi á brennistøðini. Nýggi leiðarin er settur við eini royndartíð í tvey ár.