Jøklarnir minkaðir meiri enn hildið

Allir jøklar á norðaru jarðarhálvu eru minkaðir nógv tey seinastu 30 árini, og hendan gongdin stendur við orsakað av tí veksandi hitanum á jørðini. Tað verður staðfest í teirri mest nágreiniligu jøklakanningini, sum er gjørd, og sum verður løgd fram á einari vísindaráðstevnu í Wien í dag.

Maðurin aftan fyri kanningina er danski pól- og veðurlagsgranskarin Sebastian Mernild, sum starvast hjá Center for Scientific Studies í Kili. Hann og starvsfelagar hansara kannaðu fleiri túsund jøklar á norðaru jarðarhálvu í árunum frá 1979 til 2009.

-Okkara meting er, at jøklarnir á norðaru jarðarhálvu eru minkaðir nógv meiri enn higartil hildið. Gongdin tey seinastu 30 árini gevur orsøk til stúran, og tað er líkt til, at hetta fer at halda fram, og at sum frá líður fer vatnstøðan í heimshøvunum at hækka, sigur Sebastian Mernild.

Amerikanska rúmdarumsitingin NASA hevur sagt, at luftin yvir norðaru jarðarhálvu er 0,6 stig heitari nú enn í 1979. Sunnan fyri Ekvator er munurin 0,2 stig.