J.K. Rowling, sum býr í skotska býnum Edinburgh, vil ikki hoyra talan um, at Skotland skal loysa frá hinum partinum av Bretlandi.
Tí hevur hon gjørt av at lata felagsskapinum Better Together, sum berjist ímóti loysingini, eina millión sterlingpund. Sambært bretskum fjølmiðlum er hetta tann størsta einstaka stuðulsgávan, sum Better Together hevur fingið til stríðið ímóti loysingini.
J.K. Rowling ber ótta fyri, at eitt sjálvstøðugt Skotland fer at fáa trupulleikar í altjóða samfelagnum, og hon er ikki sannførd um, at tað verður so lætt hjá landinum at sleppa upp í ES. Harafturat heldur hon tað vera sera óheppið at slíta tað aldargamla sambandið við grannan fyri sunnan.
Fólkaatkvøðan um skotska loysing verður tann 18. september. Tær seinastu kanningarnar benda á, at bara ein triðingur fer at atkvøða fyri at loysa.