J.K. Rowling skrivar ikki longur

Eftir 17 ár við Harry Potter er J.K. Rowling givin at skriva. -Tað er ikki tí, eg ikki vil, men tí eg fái einki niður á pappírið fyri tíðina. Eg havi eina skriviblokadu. Tað svaraði J.K. Rowling, tá hon herfyri varð spurd, hvat hennara næsta bók skal snúgva seg um.

 

- Tað man tó fara at koma aftur hjá mær, og tað kundi hent, at eg fari at skriva fleiri fantasybøkur úr sama heimi, sum Harry Potter var í, sigur hon.

 

Hon leggur dent á, at tað í hesum Facebooktíðum hevur alstóran týdning at skriva til børn.

 

- Einki ringt um alnetið, men børnini mugu stimbrast á aðrar hættir eisini. Tí er tað týdningarmiklari enn nakrantíð at framleiða bøkur til børn, heldur hon.