Borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, fekk eina dygga álitisváttan á kommunuvalinum í gjár, tá hann fekk tilsamans 158 atkvøður.
Á seinasta kommunuvali fekk Jóhannus Danielsen 96 atkvøður - ella eina atkvøðu meira enn Súni í Hjøllum, sum eisini hevði eitt sera gott val í gjár.
Í mun til tær 95 atkvøðurnar, sum Súni í Hjøllum fekk á kommunuvalinum fyri fýra árum síðan, fekk hann á valinum í gjár 129 atkvøður, sum er eitt rættiliga stórt atkvøðutal.
Av teimum tilsamans 593 atkvøðunum, sum tey sjey valdu umboðini fingu í Nes kommunu í gjár, fingu Jóhannus Danielsen og Súni í Hjøllum 287 atkvøður tilsamans.
Elin á Torkilsheyggi, ið varð einasta kvinna, sum varð vald á kvinnulistanum hesaferð, fekk á valinum í gjár 71 atkvøður, og soleiðis hevði hon eina minni atgongd í atkvøðutali í mun til seinasta val.