Jóhannus Danielsen heldur fram sum borgarstjóri

Nývalda bygdarráðið í Nes kommunu hevur í dag skipað seg við borgarstjóra og varaborgarstjóra. Eisini komu føstu nevndirnar uppá pláss.

 

Á bygdarráðsvalinum týsdagin blivu tey hesi 7 vald: Jóhannus Danielsen, Súni í Hjøllum, Niclas Davidsen og Elin á Torkilsheyggi blivu afturvald, umframt Petur Jákup (Dakko) Petersen, Kaj Eli Hansen og Høgni Hansen. Nývalda bygdarráðið hevur í kvøld skipað seg við Jóhannus Danielsen sum borgarstjóra

 

Jóhannus Danielsen heldur fram sum borgarstjóri eftir fyrsta januar 2017, eins og Súni í Hjøllum heldur fram sum varaborgarstjóri.

 

Tær føstu nevndirnar blivu mannaðar soleiðis:

 

Fíggjarnevnd

Jóhannus Danielsen, form. 

Súni í Hjøllum

Høgni Hansen

 

Tekniska nevnd

Niclas Davidsen, form.

Dakko Petersen

Elin á Torkilsheyggi

 

Mentanarnevnd

Elin á Torkilsheyggi, fork.

Høgni Hansen

Dakko Petersen

 

Trivnaðarnevnd

Kaj Eli Hansen, form.

Niclas Davidsen

Súni í Hjøllum

 

Avgjørt var ikki at halda fram við vinnunevndini, men at leggja virkisøkini hjá Vinnunevndini undir hinar nevndirnar. Nýggja bygdaráðið skipar seg formliga á almennum fundi mikudagin 30. november 2016 kl. 18.00.

 

Hetta skrivar Nes kommuna í tíðindaskrivi í dag.