Jóhannus Danielsen formaður á Toftum

Tað verður Jóhannus Danielsen á Toftum, sum á nýggjárinum verður formaður í bygdaráðnum í Nes kommunu. Nývalda bygdaráðið hevði fund í gjárkvøldið, og tá varð greitt, at Jóhannus Danielsen verður formaður, og at Súni í Hjøllum verður næstformaður.

Jóhannus Danielsen var týsdagin fyrstvaldur í bygdaráðið við 96 persónloigum atkvøðum, og Súni í Hjøllum var næstvaldur við 95 atkvøðum. Báðir vóru teir valdir á almenna borgarlistanum. Súni í Hjøllum hevur sitið í bygdaráðnum síðani 1985, og Jóhannus Danielsen varð fyrstu ferð valdur fyri fýra árum síðani.

Formaðurin seinastu átta árini, Símun Johannesen, var ikki á listanum hesa ferð.

Á valinum hesa ferð vóru tveir listar í Nes kommunu. Almenni borgaralistin vann fimm umboð, og kvinnulistin vann tvey umboð. Tað er ikki talan um samgongu og andstøðu í Nes kommunu.