Fótbóltur
Í týsdagsblaði okkara vistu vit at siga, at HB-verjuleikarin, Hans á Lag, ikki verður við á liðnum komandi kappingarár. Og nú er líkt til, at HB eisini missir næsta týdningarmikla verjuleikaran á liðnum.
Jóhannis Joensen hevur seinastu seks árini verið fastur fúsur á besta liðnum hjá HB, umframt at hann mest sum alla tíðina hevur verið í landsliðshópinum. Sáttmálin hjá honum við HB rennur nú út, og alt bendir á, at hann nú vendir aftur til Vágarnar, har felagsliðið tykist hava munandi størri ætlanir í ár, enn etir so ofta áður hava havt.
- Enn er ikki alt avgreitt, men tað er so at siga víst, at eg fari at spæla við FS Vágum komandi ár. Ikki bara tí at hetta er ein møguleiki hjá mær at venda aftur til røturnar. Eg haldi sjálvur, at vágamenn koma at hava eitt sera spennandni lið komandi kappingarár, og tí vil eg gjarna verða ein partur av. Málið hesa ferð verður í øllum førum væl hægri, enn tað oftani hevur verið fyrr, og sjálvur haldi eg, at liðið hevur møguleika at blanda seg í kappingina í ovaru hálvu av stigatalvuni, sigur Jóhannis Joensen sjálvur.
Leita eftir avloysarum
Í HB eru tey sjálvsagt hørm um, at liðið soleiðis hevur mist tveir av grundstuðlunum í verjupartinum, men samstundis verður ásannað, at hetta eru treytirnar, sum føroysk fótbóltsfeløg mugu laga seg eftir.
- Tað er jú soleiðis í dag, at tú fyri tað mesta hevur sáttmálabundnar leikarar. Tá sáttmálin rennur út, so hevur tú onga trygd fyri, at leikararnir halda fram, sigur Birgir Enghamar, formaður í HB.
- Hinvegin er einki at ivast í, at tað er sera óheppið fyri okkum, at tað er tveir somikið týdningarmiklir leikarar í somu ketu, sum nú gevast í felagnum. Vit hava sjálvsagt ungar leikarar, sum standa til reiðar at taka við, men í fyrstu atløgu vildi tað vera ein sera stór byrða at lagt á hesar, um teir skuldu lyft arvin eftir tveimum somikið sterkum verjuleikarum.
Spurdur, um hetta merkir, at HB fer at styrkja um hópin við leikarum uttan ífrá til komandi kappingarár, sigur formaðurin, at tað fær hann enn ikki svarað fyri.
- Sjálvandi hava vit altíð eyguni opin fyri møguligum styrki til liðið. Tað rokni eg við, at øll feløg hava. Menm akkurát, hvat spyrst burturúr hesum, er ilt at siga. Løgmaður plagar at siga, at einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, og tað haldi eg meg so eisini til í hesum føri, sigur Birgir Enghamar at enda.