Jóhannes setir sendarar á havhest

Havhesturin skal nú geva svar upp á eina røð av spurningum um havið kring Føroyar - tað veri seg føðiketu og støðuna hjá fiskastovnunum.

Eisini skal finnast út av, hvussu og hvar havhesturin ferðast. Svarini fáast í eini forkunnugari granskingarverkætlan, sum í gjár fekk játtað góðar 800.000 krónur úr Granskingargrunninum.

Tað snýr seg um at seta sendarar á havhest, og síðani fylgja teimum umvegis fylgisvein.

Tað er Jóhannis Danielsen, granskari í náttúruvísund, ið skal standa fyri kanningunum, ið eftir ætlan fara av bakkastokki í august mánað. Verkætlan verður gjørd á Havstovuni og Lunds Universiteti í Svøríki.

Hoyr samrøðu við Jóhannis Danielsen her: