Jóhannes Álvheygg 80

Í gjár, fríggjadagin 19. september, fylti Jóhannes Álvheygg 80 ár.

Hann er ættaður úr Haldórsvík, sonur Andreu úr Pállsstovu og Christian á Neystabø. Sum ungur fór hann til skips. Hann var við Normanner. Hann var eisini kokkur á víkarbátinum Snekkjusteini, tá hann fór á land á Skarði í 1948 og sakk.
Seinni fór Álvheygg - hann hevur vanliga verið nevndur við eftirnavni - til Havnar og arbeiddi í mong ár hjá Mariu Poulsen. Hann hevði eisini starv hjá Sam Olsen.
Í mong ár var Álvheygg eisini skrivari í KFUM í Havn. Sum skrivari skipaði hann fyri, at dreingir fóru at byggja sær smáttur á Trapputrøðni. Tað er tó ikki nøkur smátta, sum stendur har í dag, men handilshúsið SMS.
Kanska er Álvheygg kendastur sum Blákross-skrivari. Hann gjørdi nógv við fráhaldsarbeiðið, og tað var hann, sum stovnaði Blákross-stovuna.
Hann var deknur í Havnar Kirkju og limur í kirkjuráðnum. Hann var eisini formaður í Skúlaráðnum í fleiri valskeið, valdur av Sambandsflokkinum.
Hann giftist við Astrid Davidsen av Strondum, og tey fingu børnini Frantz og Andreu. Familjan býr í dag í Danmark.