Jóhannes Bjørgvin til minningar

Ein av okkara allarbestu skiparum, kvøðarum og dansarum er farin.

Jóhannes var ættaður úr Vík, men kom sum heilt ungur til Vestmanna í snikkaralæru hjá tí kenda snikkarameistaranum Johannes hjá Kollafjarðar Hanusi.


Honum dámdi so væl í Vestmanna, at har kom hann at vera verandi. Men hann gloymdi ongantíð uppruna sín. Hann og Oluffa hjá Viggo í Skúlanum funnu saman. Tey giftust og fingu eitt gott heim, har tey og børn teirra trivust væl. Men nú var fjørðurin so bráðliga rógvin.


Vit sum at kalla dagliga hittu Jóhannes, vóru sum vera man stak illa við, tá tað bráðliga hoyrdist, at illkynja sjúka hevði fingið deyðiligt tak á honum. Sannast kann enn einaferð: at sum sólin fagrast skínur, deyðin inn um dyrnar trínur.


Norðstreymoyar Dansifelag takkar Jóhannesi fyri tann sera góða dansin, dansilagið, kvøðingina og tað vælsignaða mál, ein tann besti í føroyingar áttu. Røddin hjá Jóhannesi er tagnað, tó so, Oluffa, hevur kvøðingina hjá Jóhannesi á fløgu og kann hoyra hann, tá hon vil. Vónandi hevur Kringvarpið fløgur og bond, har Jóhannes skipar.


Tá Norðstreymoyar Dansifelag hevði Landsdansistevnu í Hósvík 20. mai 1995, var av fagrasta veðri, og í Hósvík var sum á ólavsøku. Sólvit, bróðurin Gullbrand og teirra makar stóðu uttanfyri og svaldu á sær, tá ein av konunum helt fyri, um tað ikki var heimfarandi, nei vælsignaða, nú fara vit innar aftur at dansa. Og varð tað ein ógloymandi dansur. Tá vit komu inn aftur, skipar Jóhannes Bjørgvin Hábar konge og Sivor konge. Saman við Jóhannes dansaðu fleiri í reyðum vesti; tað var stak vakurt. Tá vóru sandingarnir ógvuliga fegnir. Teir høvdu ikki verið til nakað hábærsligari.


Fleiri stevnur, veitslur, brúdleyp og hugnaløtur við føroyskum dansi, hava vit verið til, og altíð kundi tú heita á Jóhannes um at skipa. Og tað var ikki smávegis, ið hann kundi skipa.


Jóhannes var ein góður og trúgvur vinur.


Hansara lívsstarv var at arbeiða sum snikkari. Hann hevur prýtt Vestmanna kirkju -

har hann eisini var kirkjutænari - samkomuhús, sethús og mangt, mangt annað. Alt var so sera snotuligt og væl gjørt. Eingin kundi koma aftur umaftur, har hann hevði verið uppií.


Norðstreymoyar Dansifelag lýsir frið yvir minnið um Jóhannes Bjørgvin.